Kinesiski ambassadørurin í Stórabretlandi, Liu Xiaoming, vil vera við, at konservativir politikkarar í Stórabretlandi føra eina heksajakt móti Huawei.
Stórabretland hevur havt í hyggjuni at nýta Huawei sum veitara til nýtt 5g net, men eins og aðrastaðni hava atfinningarsamar røddir verið á lofti, ið hava ávarað ímóti at nýta kinesisku tøknina orsakað av trygdarivamálum.
Fleiri konservativir bretskir politikkarar, teirra millum fýra fyrrverandi ráðharrar, hava ávarað núverandi stjórn móti at nýta tøkni frá Huawei og øðrum "óálítandi" veitarum.
Liu Xiaoming vil hinvegin vera við, at konservativu politikkararnir fara heilt skeivir.
– Eg haldi, at tað, sum teir gera, er eitt slag av heksajakt. Huawei er eitt privat felag, sum ikki hevur nakað við kinesisku stjórnina at gera. Teirra einasti trupulleiki er, at tað er eitt kinesiskt felag, segði Liu Xiaoming við BBC.
Bretska stjórnin hevur gjørt av, at skal Huawei vera veitari til bretska 5g netið, verður tað við avmarkingum. Avmarkingarnar merkja millum annað, at Huawei kann ikki standa fyri meira enn 35 prosentum av teimum tólunum, ið knýta fartelefonir og annað til netverksmastrarnar, umframt at kinesiska tøknin skal haldast burtur frá bretskum hernaðarinstallatiónum.