Hua deyður

Fyrrverandi kinesiski leiðarin Hua Guofeng er deyður, 87 ára gamal. Tað skrivar tann almenna tíðindastovan Xinhua. Hua Guofeng tók við formansstarvinum í kinesiska kommunistaflokkinum, tá Mao Zedong doyði 1976, men tvey ár seinni mátti hann víkja fyri Deng Xiaoping .

Stutt eftir at Hua hevði tikið við sum floksformaður, vórðu Jiang Qing, einkjan eftir Mao Zedong, og trý onnur tikin, og tað gjørdist endin á teirri sokallaðu mentanarkollveltingini í Kina. Tað er kortini ikki greitt, um Hua Guofeng átti nakran lut í handtøkunum.

Deng Xiaoping, sum tók við formansstarvinum eftir Hua Guofeng, sat sum forsætisráðharri til 1980 og floksformaður til 1981, og hann sat í leiðsluni í kommunistaflokkinum líka til 2002.