Í tíðarskeiðnum 17.-26. august í ár verður heimsfestivalur fyri áhugasjónleik í Monaco. Ein bólkur úr Føroyum hevur fingið tilboð um at luttaka, og er tað føroyski leikbólkurin, Huðrar, sum í fjør setti upp leikin Othello eftir William Shakespeare. Í august í fjør luttók Huðrar á NEATA festivalinum í Riga, og varð har sæddur og síðan boðin at luttaka á festivalinum í Monaco. Sum einasta land í norðurlondum.
- Vit hava fingið eina innbjóðing frá festivalinum, og eru vit einasti bólkur úr norðurlondum, sum sleppur við. Hetta er heimsins størsti festivalur av hesum slagnum, og tað er ótrúliga torført at sleppa við á ein tílíkan festival, sigur Sóley Danielsen, ein av leikarunum í Huðrar.
Lítið hevur verið at hoyrt frá Huðrar síðan uppsetingina av Othello. Men áðrenn bólkurin fer avstað, fara tey at spæla nakrar stuðuðlssýningar í Norðurlandahúsinum, umframt at hava onkrar spontanar uttandura sýningar.
- Onkra broyting mugu vit gera, tí allir leikararnir eru ikki tøkir, tá vit skulu til Monaco. Tí fara vit at hava eina opna upptøkuroynd tann 7. juli. Hesin skal altso koma inn fyri ein av mannligu leikarunum.
Ætlanin er at arbeiða hart alla summarfrítíðina við Othello. Huðrar skal nevniliga eisini til Íslands áðrenn bólkurin fer til Monaco.
24 lond eru higartil skrásett at luttaka á festivalinum í Monaco, og er hetta størsti festivalur fyri semiprofessionellar leikarar. Bólkarnir, ið eru við á festivalinum, skulu framføra á egnum máli, og verður Othello sostatt sýndur í týðing eftir Hanus Kamban.