Huðrar á ferð við Othello

Sjónleikarbólkurin Huðrar er í løtuni í Monako. Hann er saman við bólkum úr 24 øðrum londum um allan heim boðin at vera við á altjóða sjónleikarastevnu Sýningarnar eru í sambandi við aðalfundin hjá altjóða áhugaleikarafeløgum. Bólkurin skal hava tvær sýningar, onnur verður nú hóskvøldið, og hin sýningin verður leygarkvøldið. Tær verða báðar í Grace sjónleikarhúsinum.

 

Tað er stórur heiður at vera boðin við til hesar sýningar.

 

Á útferðini legði bólkurin leiðina umvegis Íslands, og fekk har møguleika at hava tríggjar sýningar fyri áskoðarum, sum ikki allir vóru Føroyingar.

 

Tvær sýningar vóru í elsta sjónleikarhúsinum IÐNÓ í Reykjavík. Hetta gamla og vakra leikhús var sera góður karmur um leikin, og sýningarnar vóru sera væl fagnaðar.

 

Nógvir sjónleikarar og onkur leikstjóri vóru millum áskoðararnar, og teir vóru hugtiknir av góða leikinum, dansinum, rørslunum og tónleikinum og av allari uppsetingini hjá Hans Tórgarð.

 

Hin sýningin var í Húsavík á Norðurlandinum. Eisini har var leikurin stórliga fagnaður, ikki minst av tveimum fronskum teaturtíðindamonnum, sum av tilvild vóru í Húsavík og komu at síggja leikin. Teir birtu upp undir at fáa leikin til Fraklands.

 

Nú er so tíðin komin til Monako. Har eru 24 leikbólkar úr ymiskum londum, og tað er sera spennandi at síggja leiklist úr øllum heiminum. Millum londini eru so fjarskotin lond sum Peru, Venesuela, Japan, Kongo og Kina.