Kinesiski kommunistaflokkurin setti í nátt tað 18. flokstingið í Fólksins Høll í høvuðsstaðnum, Beijing.
Tað var Hu Jintao, forseti (vinstrumegin á myndini), sum setti flokstingið. Í setanarrøðuni, sum vardi hálvan annan tíma, ávaraði hann harðliga ímóti korrupsjón í flokkinum og segði, at verður korrupsjónin ikki lúkað burtur, kann flokkurin missa valdið. Forsetin segði eisini, at Kina noyðist at sýna meiri støðufesti á altjóða pallinum, og at tað er neyðugt at útbyggja herflotan.
Hetta er seinastu ferð, at Hu Jintao setir floksting hjá kommunistaflokkinum, tí á hesum tinginum verður varaforsetin, Xi Jinping, valdur til aðalskrivara, og hendir einki óvæntað, skal hann hann taka við sum forseti í mars næsta ár, tá Hu Jintao fer frá.