Í summar bleiv hann enn tá fotograferaður í eini Valencia-troyggja við vón um at felagið so vildi lata hann fara, men tað gjørdu teir ikki. HSV vil fegið hava van der Vaart at vera í felagnum so leingi, sum til ber. Van der Vaart hevur sáttmála til summarið 2010, men felagið ætlar at leingja um sáttmálan. – Vit vilja fegin hava Rafael her í nógv ár, og tí arbeiða vit við at leingja um sáttmálan, sigur venjarin, Bernd Hoffmann, við týska blaðið Kicker.