Kappróður fer við nógvari tíð og orku hjá røðarunum, tað er vist.
Men eru umstøðurnar hjá røðarunum í lagi, so er lættari hjá teimum at fara undir venjingina.
Og umstøðurnar hjá róðrarfólkinum í HSR eru í lagi - tað heldur formaðurin í felagnum, Petur Eikholm í hvussu er.
? Jú, tað haldi eg ein kann siga. Vit hava eitt gott »neyst« í tveimum hæddum. Í neðra er gott pláss til bátarnar og har standa teir heitt og fjálgt.
Í erva er ein salur uppá einar 60-70 fermetrar og har er eisini ein køkur. Í niðaru hæddini eru tvey toilet.
Tað tykist verða so væl umtókt at venja styrkivenjing í samband við kappróður nú til dags, hava tit so eisini útgerð til styrkivenjing?
? Nei, tað hava vit ikki. Vit hava nakrar kondisúkklur standandi, men onkrar teirra eru tíverri í ólagi. Men røðararnir brúka ikki so nógv súkklurnar.
Tey venja á ein annan hátt. Tey gera nógv við renning og so eru tey sjálvandi eisini nógv í bátunum, sigur Petur Eikhólm.
Tað hevur altíð borið til at manna bátarnar hjá HSR.
Hesaferð gekst eitt sindur striltið at manna Hvessing hjá monnum, men tað er nú komið í rættlag og teir verða eftir øllum at døma við restina av kappingarárinum.
? Teir eru stak raskir og gera sera nógv við venjingina, so tað skal nokk fara at gangast betur, sigur Petur Eikholm, formaður í HSR.