HSF tekur frástøðu frá útsøgnum hjá Jan Ottosen

Hondbóltssambandið hevur í tíðindaskrivi tikið frástøðu frá útsøgnunum hjá Jan Ottosen, eftir dystin millum VÍF/Tjaldur og Kyndil í fremstu deildini hjá kvinnum tann 27. mars.

 

- Tað er øllum greitt, at tað at vera dómari í hondbólti er ein sera torfør uppgáva og tað er umráðandi, at vit virða tað arbeiðið, sum verður gjørt – og at vit eisini verja teir persónar, sum átaka sær týdningarmiklu uppgávuna at døma, tí uttan dómarar – eingin hondbóltur. At dómarar, eins væl og leikarar og venjarar kunnu gera feilir, er sjálvsagt. Sjálvandi hava vit loyvi til at hava okkara meiningar og metingar um tað, sum fer fram í einum dysti. Men at leggja í krovið á dómarum og eygleiðarum fyri opnari útvarpsmikrofon soleiðis, sum tað varð gjørt eftir dyst í fremstu kvinnudeildini hin 27. mars, hoyrir ongastaðni heima. Ikki minst tí at talan er um eina einvísa útsøgn, har hin parturin, dómararnir, ikki fáa vart seg.

 

- Sum er, er reglugerðin hjá HSF ikki fyrireikað til at revsa slíkan atburð, men arbeitt verður við at tillaga reglugerðina í so máta. Tó hevur HSF, eftir hendingina 27. mars, heitt á avvarðandi felag um at gera sítt til, at slíkur atburður verður steðgaður.

 

- Starvsnevnd HSFs skal hervið enn einaferð undirstrika, at hon fult og heilt stendur aftan fyri dómararnar og dómarayrkið. Við hesum verður heitt á limafeløgini at hjálpa til at geva dómarunum arbeiðsfrið og at teir fáa ta virðing teir hava uppiborið – bæði meðan dystur er – og ikki minst eftir dyst.

 

Umrødda samrøðan kann hoyrast undir greinini.