Umrødda hendingin í dysti millum Stjørnuna og Neistan í Klaksvík, har ávísir áskoðarar vístu sera ósiviliseraðan atburð móri einari neistakvinnu, fekk sum kunnugt ongar avleiðingar.
Hóast allar Føroyar hoyrdu, hvat áskoðarar róptu eftir neistaleikara í 3-2 týskvøldið, so siga bæði Aganevnd og Dómsnevnd HFSs seg ikki so frægt sum kunna átala atburðin, tí »videoupptøkur ikki kunnu nýtast« sum prógv.
Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum harmast eisini um, at slíkt kann bara fram óátalað og órevsað. Starvsnevndin hevur viðgjørt málið, og tekur frástøðu frá hendingini.
Starvsnevndin kemur við fylgjandi fráboðan:
»Á fundi hin 11. apríl 2012 samtykti starvsnevndin hesa almennu fráboðan:
Hin 15. mars 2012 fekk Hondbóltssambandinið kæru um niðrandi atburð í dysti millum Stjørnuna og Neistan, sum varð leiktur hin 13. mars 2012. Kæran hevur verið til viðgerðar í Aganevnd og Dómsnevnd HSFs, sum báðar eru komnar til ta niðurstøðu, at tær ikki kunnu taka støðu í málinum vegna vantandi heimildir.
Uttan at fara ítøkiliga inn í málið, er starvsnevndin í viðgerðini av tí komin til ta niðurstøðu, at talan er ikki um eitt eindømi og starvsnevndin vil tí nýta høvið at boða frá, at hon greitt tekur frástøðu frá niðrandi atburði og vantandi ítróttaranda sum heild.
Samstundis heitir starvsnevndin á hondbóltsfeløgini kring landið at gera sítt til, at slíkt ikki endurtekur seg.
Eisini fer starvsnevndin at taka stig til at styrkja lógarverkið hesum viðvíkjandi.
Vegna starvsnevndina
Kristian Johansen, formaður
Tórshavn hin 11. apríl 2012«