HSF skipar fyri venjaraskeiði fyri ungdómsvenjarar

Hondbóltsambandið vónar, at fólk ikki lata henda einastandandi møguleika at økja um hondbóltsførleikan fara aftur við borðinum! HSF heitir á venjarar og onnur í feløgunum, sum eru um tey yngru, um at melda seg til venjararaskeiðið.

 

Skipað verður fyri venjaraskeiðinum í samstarvi við altjóða hondbóltssambandið IHF og skeiðsleiðari er Helmut Martin úr Týsklandi (tosar enskt) – eisini verður tulkingarhjálp tøk.

 

Skeiðið verður hildið i Høllini á Hálsi í Havn og er ókeypis!. Skeiðið verður á skránni 24. , 25. og 26. apríl.

 

Jón Kragesteen frá HSF vónar at síggja lærarar og námsfrøðingar melda seg til skeiðið eisini.

 

Seinnapartin hevði Rás2 eitt prát við Jón Kragesteen um venjaraskeiðið. Samrøðan kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.