HSF roynir at greiða fløkjuna

Hondbóltur: Útsettir dystir og hallarviðurskifti vóru um at geva HSF høvuðpínu, og ætlaði sambandið at leggja tveir møguliga týðandi dystir í AA-kappingini eftir seinasta leikumfar. Nú er tó líkt til, at greiða fæst á støðuni

Tað hevur valdað óskil á dystarásetingunum hjá Hondbóltssambandi Føroya fyri fremstu mans- og kvinnudeildina í ár, sum í stóran mun hevur verið løgd eftir hvørjir dómarar hava verið tøkir. Fyri stuttum lá í kortunum, at tveir dystir skuldi spælast eftir seinasta leikdag – nevniliga teir báðir í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum ímillum KÍF - VÍF og Team Klaksvík - H71.
Støðan var serliga óheppin, tí at trý av hesum fýra liðunum eru avgerandi partur av oddastríðnum, og í einum ringasta føri kundi fyrikomið, at KÍF í hesum útsetta dystinum sjálvt kundi velja, alt eftir um teir taptu ella vunnu, um teir vildu møtt VÍF ella H71.
Neyvan liggur tað nøkrum liði nær at tapa ein dyst við vilja, men ein slík støða fær javnan drúgva umrøðu og setir nógv spurnartekin.

Eingin loysn enn
Í fyrsta umfari hevði Hondbóltssamband Føroya trupulleikar við at finna nýggjan leikdag, av tí at ásettu hallirnar á einum møguligum nýggjum leikdegi vóru útleigaðar til annað endamál. Nógv bendir nú á, at hondbóltssambandið hóast alt fer at fáa greiðu á fløkjuni.
Kappingarnevndin í Hondbóltssambandi Føroya váttar nevniliga, at tað framvegis einki er avgjørt. Feløgini eru hoyrd í málinum, støðan kann gerast óheppin og roynt verður at finna eina loysn. Nevniliga ein leikdag, sum ikki liggur seinni enn upprunaliga seinasta leikdagin.