HSF: Niðara endaspæla hjá kvinnum verður ”Final4”

Hondbóltssambandið boðar í dag frá, at tey fara at royna ein nýggja, men kenda skipan, til endaspælið hjá teimum feløgunum, ið ikki megnaðu at koma í endaspælið hjá kvinnum.

 

- Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hetta verður bert galdandi fyri niðara bólkin hjá kvinnum í ár, hareftir leisturin verður eftirmettur á komandi limafundi, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Feløgini koma sostatt at spæla hálvfinalur á Skála fríggjakvøldið, og vinnararnir spæla síðani finalu á bláa gólvinum leygardagin klokkan 15.30. Vinnarin av finaluni vinnur steyp og ein kekk áljóðandi 10.000 krónur.

 

Skráin fyri Final4:

 

Á Skála – Fríggjadagur 18. mars kl. 18.00 StÍF – H71 2

 

Á Skála – Fríggjadagur 18. mars kl. 20.00 VB – EB

 

Á Hálsi – Leygardagur 19. mars kl. 15.30 Vinnari 1 – vinnari 2