HSF havt aðalfund í dag

Regin Jakobsen og Gilli Wardum eru nýggir limir í nevndini í Hondbóltssambandinum, sum hevur havt aðalfund í dag.

Á aðalfundinum hjá Hondbóltssambandi Føroya, sum var á Hotel Føroyum í dag, stóðu tríggir av fimm nevndarlimum fyri vali, og tá avtornaði bleiv eitt sindur av útskifting, tí tveir nýggir nevndarlimir komu inn.

Eiler Einarsson og Eydna Mikkelsen, sum sótu í nevndini frammanundan, tóku ikki við afturvali, og í teirra stað blivu Regin Jakobsen og Gilli Wardum valdir. Margrið Weihe stóð eisini fyri vali, og hon varð afturvald.

Tað vil siga, at nú sær HSF-nevndin soleiðis út, at Kristian Johansen er formaður, Margrið Weihe næstformaður, og so eru Bogi Jacobsen, Regin Jakobsen og Gilli Wardum nevndarlimir. Tiltakslimir eru Sigvør Matras og Jórun Skylv Ludvig.

 

- Eg haldi, at vit høvdu ein góðan aðalfund, har vit høvdu tað vanliga orðaskiftið á skránni, umframt at onkrar viðtøkubroytingar blivu gjørdar. Sum heild haldi eg, at fólk eru nøgd við tað arbeiði, sum verður gjørt, sigur Kristian Johansen, HSF-formaður.

Ein tann fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at manna tær ymsu lógarbundnu undirnevndirnar, sum eru kappingarnevnd, sponsornevnd, lógarnevnd, menningarnevnd og úrvalsnevnd.

Á aðalfundin møttu ellivu av limafeløgunum, sum vóru Neistin, Kyndil, H71, KÍF, VÍF, SÍF/Søljan, StÍF, Stjørnan, Tjaldu, VB og ÍA. EB hevði givið avboð, meðan Team Klaksvík og Vípan í Sandoynni ikki møttu.