Hondbóltssambandið hevur í skrivi á heimasíðuni biðið um umbering, fyri teir nógvu steðgirnar í steypafinalunum í hondbólti. Bæði til kvinnufinaluna og til mansfinaluna vóru trupulleikar við gólvinum og lýsingunum, sum órógvaði spælið.
Les eisini: (FM1) Samandráttur av seinkingunum
- HSF harmast um óhepnu støðuna, sum íkom til steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, tá nakrar av lýsingunum á gólvinum loysnaðu. Ein serlig umbering fer til spælararnar og okkara stuðlar, skrivar Hondbóltssambandið.
Lýsingar hava verið á gólvinum á hvørjum ári til allar steypafinalur og landsdystir, síðan Tórshavnar kommuna keypti gula hondbóltsgólvið fyri 11 árum síðan. Ongantíð fyrr eru lýsingar loysnaðar. Hesi árini er lýsingartilfarið eisini vorðið betri, so tað skuldi ikki komið fyri.
- Hondbóltssambandið hevur saman við hallarumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur ábyrgd av gólvinum, og Sendistovuni, ið hevur ábyrgd av lýsingunum, eftirkannað tilgongdina, tá lýsingarnar vórðu lagdar á gólvið. Tað hevur ikki eydnast okkum at staðfesta orsøkina til, at lýsingarnar loysnaðu, men helst eru talan um eina samanrenning av fleiri viðurskiftum, sigur HSF.
Partarnir nú endurskoðað mannagongdina, tá lýsingar verða lagdar á.
- Vit vænta, at vit við hesum í bestan mun kunnu tryggja, at tað ikki kemur fyri aftur, at lýsingarnar á gólvinum loysna, verður sagt úr Hondbóltssambandinum.
Kyndil vann kvinnufinaluna, meðan Neistin vann mansfinaluna.