Hondbóltssambandið hevur skipað fyri sínum fyrsta grundskeiði í venjaraútbúgvingini, sum var í KÍ-høllini í Klaksvík, har Stjørnan var vertur.
Við á skeiðinum vóru 22 fólk úr Stjørnuni, StÍF, Tjaldri og EB, sum eru feløgini í norður-/eysturøkinum, og fingu hesi fólk undirvísing frá Dia Midjord og Birgir Hansen.
Grundskeiðið fevnir um tvey dagsskeið og tvey valskeið, og leygardagin verður aftur skeið – hesa ferð fyri fólk úr norður-/vesturøkinum, og tá verður VÍF vertur í Vestmanna.










