TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hall Danielsen, skrivara hjá úrvalsnevndini í hondbóltssambandinum aftaná tann triðja og seinasta HM-undankappingardystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum ímóti Eysturríki.
Hóast trý tap í trimum HM-undankappingardystum, so er Hallur Danielsen bjartskygdur um framtíðina hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Hann vísur á, at føroyska liðið hevði ein miðalaldur uppá 21 ár, og onnur góð talent eru á veg, so hann hevur sera góðar vónir. - Vit eru ikki langt frá evropeiska miðalklassanum í kvinnuhondbólti, staðfestir Hallur Danielsen.
Desember og januar eru spennandi tíðir hjá HSF. Í januar er HSF vertur fyri tvær aðrar undankappingar, báðar í manshondbólti. 6. til 8. januar skal føroyska U21 landsliðið kappast ímóti Finnlandi, Ísrael og Sveis í HM undankappingini. Dagarnar 13. til 15. januar skal føroyska A-landsliðið kappast ímóti Kýpros og Grikkalandi í EM-undankappingini. So nógvur landsliðshondbóltur hevur ikki verið á skrá í Føroyum síðani C-HM undankappingina í 1980.










