HSF: Avgerð um huldumálið

Aganevndin hevur tikið avgerð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. oktobur

Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur tikið avgerð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. oktobur.

Aganevndin hevur tikið avgerð um, at dysturin kann spælast av nýggjum, um VÍF ynskir hetta. Dysturin endaði við javnleiki og kann VÍF vinna eitt stig við at spæla dystin umaftur, men kann eisini risikera at missa eitt stig. VÍF skal boða Hondbóltssambandinum frá, um tey ynskja nýggjan dyst í seinasta lagi hósdagin 29. novembur klokkan 15.00.