svimjing
Svimjikapping var í Havn leygardagin fyri bólk 1 (árg 96-97) og bólk 2 ( árg 94-95)
Vinnari av bólki 1 gjørdist Reki við at vinna 10 kappingar, meðan FS varð vinnari av bólki 2, við at vinna 11 kappingar
Umleið 130 svimjarar luttóku úr øllum svimjifeløgunum, og nakrir av hesum gjørdu eisini eitt ordans hál. Eitt nú vann Turið Christiansen úr Reka ikki færri enn átta kappingar, meðan Helena Størm úr VS og Benjamin Simonsen úr FS vunnu sjey kappingar hvør. Eisini kundi Alvi Hjelm vera væl nøgdur um sítt avrik. Hann vann fimm kappingar.
Heiðursmerkjabýtið millum ymsu feløgini varð hetta:
GullSilvurBronsa
1Reki171210
2FS11710
3VS862
4Ægir674
5Flot425
6HS066
7Skeggjar011
8TS003