HS-kapping verið í vikuskiftinum

Svimjing: Havnar Svimjifelag vann tær flestu av kappingunum um vikuskiftið. Hetta var fyrsta kappingin í nýggja svimjikappingarárinum

Vikuskiftið 2. og 3. oktober skipaði Havnar Svimjifelag fyri HS-kapping. Við í kappingini vóru umframt Havnar Svimjifelag eisini Tvøroyrar Svimjifelag og Fuglafjarðar Svimjifelag.

Havnar Svimjifelag stóð seg best og vann 27 gull, 25 silvur og 25 bronsu. TS vann 3 gull, 6 silvur og 5 bronsu, og FS vann 2 gull og 1 silvur.

Sostatt vann Havnar Svimjifelag tað mesta av tí, sum kundi vinnast. Serliga Dia Jacobsen stóð seg væl. Hann vann fýra kappingar ? 50, 100 og 200 metur firvald og 100 metur blandað ? og í 100 m blandað og 50 m firvald vóru tíðirnar hjá honum sera góðar.

Rannvá Jacobsen vann eisini fýra kappingar ? 50, 100 og 200 metur rygg og 200 metur firvald.

Jógvan Joensen setti nýtt bólkamet í bólki 4 í 200 metur bringu. Tíðin hjá honum var 2.43.26.

Havnar Svimjifelag sigur í tíðindaskrivi, at felagið í ár hevur fingið tilgongd frá fleiri av teimum eldru svimjarunum hjá monnum, og hesir svimjararnir settu sín dám á kappingina, sum var tann fyrsta í hesum kappingarárinum.

Hjá kvinnunum saknaði Tvøroyrar Svimjifelag Benthe Sikivat Andersen, sum er skadd, og Ruth millum Garðarnar. Hetta hevði eisini við sær, at Havnar Svimjifelag fyri fyrstu ferð megnaði at vinna bæði 4x100 m blandað og 4x100 m frí.

Fuglafjarðar Svimjifelag stillaði upp við fleiri nýggjum svimjarum, og tað verður ivaleyst spennandi at fylgja við Áka Petersen. Men tað er greitt, at Havnar Svimjifelag er best fyri í løtuni, og HS vann eisini allar kappingarnar hjá monnunum.