HS fingið nýggjan høvuðsstuðul

Størsta svimjifelag í Føroyum, Havnar Svimjfelag, hevur fingið Norðoya Sparikassa sum nýggjan høvuðsstuðul.

Formaðurin í Havnar Svimjifelag Svend Åge Seloy og Marner Mortensen varðastjórin í Norðoya Sparikassa undirskrivaðu eina 2 ára avtalaðu um stuðul til Havnar Svimjifelag.
Á samkomuni í vikuskiftinum í samband við kappsvimjingina varð undirskriva ein tvey ára avtala um stuðul til felagið. Formaðurin Svend Åge Seloy takkar fyri stuðulin og samarbeiði við Norðoya Sparikassa, stuðulin ger, at felagið framhaldandi kann bjóða limum eitt mennandi og dygdargott ungdómsarbeiði.