HRW: Londini ivasom

Føroyar samráðast við ivasom lond, sambært mannarættindaeftirlitsstovninum.

Føroyar eru í holt við at fáa í lag fríhandilssáttmálar við Kina og Russland, umframt longu at hava ein undirskrivaðan sáttmála liggjandi við Turkaland, ið einans vantar endaligu staðfestingina.

 

Avtalurnar kunnu veita Føroyum stórar handilsligar fyrimunir og møguleikar, men summi hava aftrað seg við at gleðast um peningaliga vinningin, tá havt verður í huga hvussu og hvør stjórnar londunum, ið samráðst verður við.

 

Les eisini: Handil er handil

Les eisini: Føroyar boykotta fýra lond

 

Mannarættindastovnurin, Human Rights Watch, heldur eftirlit við hvussu lond í heiminum fara við sínum borgarum og kunnger stundum frágreiðingar. Nýggjastu frágreiðingarnar hava lítið gott at bera londunum, sum Føroyar eru í samráðingum við um fríhandilsavtalur.

 

Turkaland
Eftir eitt miseydnað statskvetti síðsta summar, lýsti turkiska stjórnin undantaksstøðu, ið lat stórt lógarvald upp í hendurnar á Erdogan. Hann segði fleiri enn 100.000 almennum starvsfólkum upp og førdi 47.000 fyri rættin undir yvirgangsákærum. Ein fólkaatkvøða fyrr í ár staðfesti forsetan sum valdsmyndugleika væl omanfyri tjóðartingið, ið veitir honum sersømdir at taka avgerðir uttanum løgfrøðiligar og parlamentariskar avmarkingar. Valdið hevur millum annað verið nýtt til at fremja ógvusligar skerjingar av framsøgufrælsinum, hava ført við sær, at fleiri enn 100 tíðindafólk og andstøðupolitikarar eru fongslaðir.

Kina
Kina hevur í fleiri ár verið stýrt av einaræðisflokki, sum sýtir kinverjum grundleggjandi rættindi. Síðani Xi Jinping tók við sum forseti í 2013, hevur stjórnin tilvildarliga handtikið og dømt hundraðtals aktivistar og mannarættindasakførar. Somuleiðis hevur stjórnin hert eftirlitið við ikki-statsligum hjálparfelagsskapum, aktivistum, fjølmiðlunum og internetinum við at seta í verk eina rúgvu av lóggávum, ið eyðmerkja politisk virksemi og atfinningar sum trygdarhóttanir. Í 2016 burturflutti stjórnin eina røð av atfinningarsomum fólki burtur úr Hong Kong og øðrum londum. Hóast Kinesiskar lóggávur forðar fyri pínslu av fólki í varðhaldi, er pínsla framvegis nógv nýtt.

Russland
Russland er vorðið eitt alsamt meira kúgandi stýrið, sum hevur avmarkað øll framsøgufrælsi hjá sínum borgarum í eini roynd at køva atfinningarsamar røddir bæði á netinum, prenti og í gøtunum. Meðan stjórnin avmarkar grundleggjandi rættindini hjá sínum borgarum, royna fjølmiðlarnir í Russlandi at sannføra russar um, at tað heldur er vesturheimurin, sum arbeiðir ímóti russiskum áhugamálum. Fjølmiðlarnir eyðmerkja atfinningarsamar røddir í Russlandi sum verandi vesturlendskir agentar, og eggja tískil russum at arbeiða ímóti hóttanini frá vesturheiminum. Við strangari lóggávu, hava myndugleikarnir í stóran mun megnað at kasta hatur á sokallaðu vesturlendsku agentarnar.