Holmens Kirke í Keypmannahavn var full av innbodnum, tá Mærsk Mc-Kinney Møller fór til gravar haðani í dag. Áðrenn kistan kom í kirkjuna, hevði hon verið eina ferð eftir Esplanaden, har A.P. Møller-Mærsk hevur skrivstovu.
Alt kongshúsið var og fylgdi saman við millum annað Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra og fyrrverandi forsætisráðharrunum Poul Schlúter, Poul Nyrup Rasmussen, Anders Fogh Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen.
-Hr. Møller gjørdi okkum størri, enn vit eru, og tí hava vit sera stóra virðing fyri. Hann gjørdi Danmark størri, segði Helle Thorning-Schmidt við DR, eftir at hon var komin úr kirkjuni.
Mærsk Mc-Kinney Møller varð seinnapartin jarðaður á gravstaðnum hjá familjuni í kirkjugarðinum í Hellerup.










