HR eigur tveir teir bestu

5-mannafør dreingir: Lagt er upp til øgiliga spennandi finalu á ólavsøku

Tað var aftur í dag framúr skiftandi og harvið spennandi, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust í Sandavági.

Aftur í dag vóru tað tríggir høvuðsstaðarbátar, sum stríddust um fremsta plássið, meðan vágsdreingir í Royndini Fríðu aftur í dag endaðu á fjórða plássi.

Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørrur var fremstur fyrstu løtuna í endaspurtinum, meðan Drekin var dragnaður eitt sindur.

Á síðstu metrunum áttu teir umborð á tveimum báðum bátunum hjá Havnar Róðrarfelag – Sílið og Drekin – mestu orkuna. Sílið vann, og tað eydnaðist eisini Drekanum at taka Jallin.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at tað er lagt upp til rimmar finalu á ólavsøku. Sílið hevur 36 stig og Jallurin og Drekin hava 35 stig. Harvið er støðan tann, at tann av hesum trimum, sum verður fremstur á ólavsøku, eisini vinnur FM.

 

1 Sílið 05.14.00

2 Drekin 05.14.25

3 Jallurin 05.14.40

4 Royndin Fríða 05.18.27

5 Tjaldrið 05.21.14

6 Ørnin 05.22.24

7 Firvaldur 05.28.01

 

FM støðan

1 Sílið 36

2 Jallurin 35

2 Drekin 35

4 Royndin Fríða 22