Gleðiligt er, at ein partur av Karlamagnusarbreyt nú verður brúktur til bústaðarbygging. Fótbóltsvøllurin og viðarlundini í Dalinum Langa eiga eisini at koma ungu familjunum í Hoyvíkshaganum til góðar sum skjótast
Hoyvíkshagin skal aftur raðfestast politiskt. Seinastu 10 árini hava vit fylt Hoyvíkshagan við ungum barnafamiljum, men vit hava gloymt at dagført upprunaligu ætlanirnar. Vit hava gloymt at sett framhaldandi menning og trivnað í umráðnum á politisku dagsskránna.
Tað er tí gleðiligt, at tað loksins fekst politiskur meiriluti fyri at broyta byggisamtyktina við Karlamagnusarbreyt soleiðis, at ovasti partur av breytini kann brúkast til bústaðarbygging, har møguligt verður at byggja tvíhús. Talan verður um átta tvíhús – t.e. 16 húsaeindir. Fólk, sum standa á bíðlistanum at fáa grundstykki, fáa henda møguleikan í næstum. Málið verður lagt fyri býráðið hóskvøldið í hesi vikuni, eftir at fíggjarnevndin samtykti tað 12. november.
Upprunaliga ætlanin var, at Karlamagnusarbreyt skuldi verða handilsgøtan í nýggja bústaðarumráðnum, men alt hevur ikki gingið eftir vild, og einans Bónus hevur latið handil upp við Karlamagnusarbreyt. Gøtan hevur at kalla ligið oyðin og myrk í vetrarhálvuni, og hon hevur verið ein svartur plettur í einum annars blómandi umhvørvi við nógvum ungum foreldrum og børnum.
Broytingin í byggisamtyktini frá handilsgøtu til lutvísa bústaðarbygging er ein politisk ásannan av, at alt gekk ikki sum upprunaliga ætlað. Og í slíkum førum eiga vit kommunupolitikarar ikki at ræðast at broyta kós, tó at hetta kundi hent fyrr.
Eg mæli til, at fótbóltsvøllurin, sum vit hava samtykt at leggja niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt, verður fingin frá hondini sum skjótast, og at vit eisini skjótast gjørligt seta ferð á málið um ætlaðu viðarlundina í Dalinum Langa. Ungu familjurnar í Hoyvíkshaganum hava tørv á einum frítíðarøki við beinkjum, bálstøðum, spæliplássum og øðrum hentleikum, har foreldur og børn kunnu leita sær burtur frá gerandisdegnum.
Trivnaðurin eigur áhaldandi at vera í hásæti í Tórshavnar kommunu, og eg haldi at stundin er komin at halda fram at stimbra umhvørvið í Hoyvíkshaganum, har vit í fleiri ár hava eggjað fólki til at búseta seg.
Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur fyri
Fólkaflokkurin










