Eftir fimm dystir eru hoyvíkingar á odda í bestu mansdeildini í hondbólti, FTZ-deildini. Í kvøld møttust Kyndil og H71 í Høllini á Hálsi í Havn.
Tað vóru kyndilsmenn, sum løgdu seg á odda. Men eftir at vera komin upp á javnt 3-3 koyrdi H71 á og var framman fyri Kyndil restina a dystinum.
Hálvleiksstøðan var 15-11 til H71.
Toppskorarar hjá H71 vóru:
Peter Krogh 6 mál
Jónas Djurhuus 5 mál
Tróndur Arge 4 mál
Johan Hofgaard 4 mál
Toppskorarar hjá Kyndli vóru:
Hjalti Mohr Jacobsen 7 mál
David Edvardsen 5 mál
Frank B. Askildsen 3 mál
Hørður Finnur Sigtórsson 3 mál
Dómarar vóru Hannis Wardum og Uni Wardum. 400 áskoðarar vóru til dystin.
Støðan í FTZ deildini er nú:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 5 | 138 | 108 | 30 | 10 |
2 | KÍF | 4 | 91 | 74 | 17 | 6 |
3 | VÍF | 5 | 129 | 129 | 0 | 6 |
4 | Kyndil | 6 | 156 | 160 | -4 | 4 |
5 | StÍF | 3 | 78 | 76 | 2 | 2 |
6 | Neistin | 3 | 68 | 75 | -7 | 2 |
7 | Team Klaksvík | 4 | 87 | 125 | -38 | 0 |










