Hoyvíkingar fáa øki til hugna og samveru

Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini

Nú verður farið undir arbeiðið at gera eitt nýtt trivnaðarøki til hoyvíkingar.

 

Talan er um eitt øki við Karlamagnusarbreyt, beint við býlingin, Myllutjørn. Og sjálv Myllutjørn verður eisini ein partur av sjálvum trivnaðarøkinum.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og at trivnaðarøkið verður at kalla liðugt næsta ár.

 

Økið, har trivnaðarøkið verður gjørt, hevur ligið í órøkt, men býráðið hevur ætlað at gera skipað øki, og at gera tað til eitt savningarstað hjá hoyvíkingum til hugna og samveru.

 

- Vit mangla eitt trivnaðarøkið í Hoyvík, sum kann binda Hoyvík  saman og tað fáa vit nú, sigur Tróndur Sigurðsson

 

Hann sigur, at 500.000 krónur eru settar av til endamálið og at tað røkkur nakað væl ávegis. Men samstundis skal ein endalig kostnaðarmeting gerast

 

Øki verður skipað soleiðis

1. Atkomupláss

2. Felagspláss beint við Karlamagnusarbreyt til almenn tiltøk, jólatræ, og annað

3. Vallað lendi til frítt spæl og uppihald.

4. Myllutjørn. Tjørnin verður skipað, so at hon verður 0,5 metrar djúp og við laðaðum kantum framvið  bakkanum.

5. Brekkur at skreiða í

6.Lívdarplanting.

7. Gøtusamband til Dalin Langa og býlingarnar Myllutjørn og Hoyvíkshagi Suður.