Tað gekk "sum smurt", kundi ein freistast at sagt, tá eitt fjølment lið av hugagóðum fólki møtti í kirkjuni í kvøld við skrúvum, maskinum og uppbrotnum ermum. Seinastu dagarnar er gólvið nevniliga smurt. Benkurnir eru settir aftur á pláss og skrúvaðir fastir.
Hetta skrivar Hoyvíkar kirkja á sínum vanga á facebook.
Sunnumorgunin verður hátíðarguðstænasta, tá kirkjan verður 17 ár. Morgunmatur verður at fáa kl. 10.
Undir guðstænastuni syngur Tarira.