Arbeitt hevur verið við spurninginum, hvørt Hoyvík skal gerast sálvstøðugt prestagjald, og tað tykist hava gingið fram á við arbeiðinum at fáa greiðu á hesum spurningi.
Biskupur fær á heimaíðuni hjá fólkakirkjuni spurningar um, hvussu hansara metingar eru um 2013 innan kirkjugátt.
Jógvan Fríðriksson sigur millum annað við við www.folkakrikjan.fo, soleiðis:
- Lunnar eru lagdir undir Suðurstreymoyar norðara prestagjald (Hoyvík og Kaldbak). Eitt nýtt starv er skipað á Fróðskaparsetri Føroya, eitt lektorat í kirkjusøgu, har Fólkakirkjan rindar 49% av kostnaðinum. Hetta starvið kemur at menna prestarnar og tað kirkjuliga landslagið fakliga.
Hetta fegnast biskupur um, tá hann metur um tað farna, og sostatt ber til at staðfesta, at arbeiðið at fáa Hoyvík og Hoyvíkar Kirkju til sjálvstøðugt prestagjald, har Kaldbak er við, er komið minst eitt fet nærri veruleika.










