Tað var einki serligt, tá ið nýggja samanlagda felagið í Hoyvík, FC Hoyvík, tvær tær fyrstu ferðirnar royndi seg í næstbestu deildini. FC Hoyvík tapti fyrst ímóti KÍ og so ímóti B68. Í báðum førum var tað á útivølli. Seinastu dagarnar er gongdin av álvara vend.
Síðsta leygardag vann FC Hoyvík á útivølli 1-0 ímóti Skála, sum er eitt av feløgunum, ið FC Hoyvík kappast við um uppflytingina. Í dag hevði FC Hoyvík vitjan av B71, sum er eitt annað av feløgunum, sum FC Hoyvík kappast við um at flyta upp. Og aftur í dag eydnaðist tað heimaliðnum á vølliunum við Løgmannabreyt at vinna fulla úrtøku.
Úrslitið var 2-1. Heimamenninir fagnaðu Petur Frank Holm fyri at vera málskjútti, tá ið fimm minuttir víru farnir, men dómarin hevur skrásett B71 veteranin Tummas Paula Olsen fyri at hava gjørt sjálvmál. Longu tá ið eitt korter var farið, noyddist Petur Frank Holm skaddur av vøllinum, og Ragnar Rasmussen avloysti hann.
Seks minuttir eftir steðgin økti Símun Johannesen um munin til 2-0. Sambært faroesoccer.com var hetta fyrsta ferðin yvirhøvur, at Símun Johannesen var málskjútti. Í fjør spældi hann 13 dystir við Undrið FF.
Spenningurin kveiktist aftur, tá ið B71 minkaði um munin, og tað restaðu 20 minuttir. Málskjútti var Romulo Bosqueiro. 22 ára gamli brasiliumaðurin er nýggjur spælari á Sandi. Hetta var triði dysturin, sum hann var við í, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Næsti dysturin hjá FC Hoyvík verður annan leygardag, tá ið grannarnir í HB vera gestir á vøllinum við Løgmannabreyt.
B71 hevur tapt tveir dystir og vunnið ein – 2-1 á útivølli ímóti B36. Næsti dysturin hjá B71 verður týskvøldið á útivølli ímóti KÍ.