– Um fimm ár hevur H71 lið í bestu kvinnudeildini í kvinnudeildini.
Tað er boðskapurin hjá Jakob Jónssyni, roynda venjarnum úr Íslandi, sum í ár venur gentur 14 hjá H71 í Hoyvík.
Í Sosialinum í kvøld greiðir hann frá ætlanunum, sum hann og H71 hava við hondbóltsgentunum. Jakob Jónsson leggur dent á, at talan er um ein samlaðan hóp og ikki um a-, b- og c-lið.
– Tað er neyðugt við breiðum grundarlag, um vit skulu hava nakrar vónir um eitt lið í bestu kvinnudeildini um ikki so nógv ár, sigur Jakob Jónsson.
Hann vísir á, at tað altíð eru fráfall, og tí er neyðugt við breiðum grundarlag.
– Tað vísir seg ofta, at tað ikki eru tey stóru tallentini, sum koma allan vegin á mál. Heldur eru tað tey næstbestu, tí hesi mugu alla tíðina stríðast nógv meira fyri sínum úrsliti, sigur Jakob Jónsson við Sosialin.
Í 34 ár hevur H71 satsað upp á mannfólkahondbólt. Eitt kvinnulið var tó einaferð í næstbestu deildini.
Jakob Jónsson sigur, at hann vil geva teimum alt tað besta, hann hevur lært innan hondbóltin, og heldur fram:
– Tað er munur á at venja eitt lið í bestu mansdeildini og eitt gentulið í U14. Men grundleggjandi er hondbóltsspælið tað sama, sigur hann.
Hópurin í U14 og U17 hjá H71 telur um 40 gentur, og tí er tað kanska ikki eitt óveruligt mál hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík at hava eitt av bestu kvinnuliðunum í Føroyum um fimm ár.
Øll samrøðan við Jakob Jónsson kann lesast í Sosialinum í kvøld
Fæst eisini á www.sos.fo










