Hoyvíksvøllur er landsins hægsti

Umhvørvisstovan hevur nú dagført yvirlit sítt yvir hægsta fótbóltsvøllin í Føroyum. Til nú hevur vøllurin inni í Vika á Argjum verið hægsti vøllur í landinum. Hann liggur 93 metrar yvir havinum.

 

Umhvørvisstovan hevur nú mátað hæddina á nýggja vøllinum í Hoyvík, og er hann 117,31 metrar yvir havninum og sostatt hægsti vøllur í landinum.

 

Hoyvíksvøllur verður annars nevndur J&K vøllur av Giza Hoyvík, sum nýtir vøllin sum heimavøll. Tórshavnar kommuna góðtekur kortini ikki, at hetta navnið verður nýtt, men vísir til almenna heitið hjá vøllinum, sum er Hoyvíksvøllur.