Støðugt arbeiðir Tórshavnar kommuna við at fremja batar og ábøtur á umstøðurnar til ítrótt og frítíðarvirksemi, og ein av komandi avbjóðingunum er Hoyvíkshøllin, ið skal dagførast enn meira. Longu er okkurt gjørt, so sum at umvæla loftið í síðubygninginum, men vit eiga at útbyggja høllina, so vit kunnu fáa meira burtur úr henni og tryggja fólkaríku Hoyvík og H71 enn betri umstøður.
Tá stórir dystir eru – og tað er altso ikki so sjáldan í Hoyvík – er heilt greitt fyri fleiri áskoðaraplássum. Tann trupulleikan eiga vit at fáa loystan saman við gerð av venjingarøki til kropsliga venjing, so vit kunnu fáa sum mest fyri pengarnar, tá farið verður í gongd.
Ber tað byggitekniskt til, kundi eg ímyndað mær, at arbeitt var á vestursíðuni, so vit kundu fingið 4-500 fleiri áskoðarapláss, umframt at høli til kropsliga venjing kundu verið knýtt beinleiðis at høllini, samstundis sum øki til upphiting helst skuldi verið við.
Ein tanki er at binda fimleikahøllina hjá Hoyvíkar skúla uppí, tí um vit byggja hallirnar saman, fáa bæði gagn av hvørjumøðrum. Skúlin fær fær munandi betri umstøður, og fimleikahøllin verður samstundis fastur partur av høllini og tí virksemi, sum er har eftir skúlatíð. Við eini samanbygging, samstundis sum øki til kropsliga venjing kemur í gólvhædd við rútum og beinleiðis atgongd til ítróttarhøllina, eru venjingarumstøðurnar hjá H71 nær við at vera nøktandi.
Gagnligar íløgur
Longu nú hevur Tórshavnar kommuna sett skjøtil á útbyggingina av ítróttarhøllini á Hálsi, so hon verður dupulthøll og kemur at betra munandi um umstøðurnar hjá bæði hondbólti og flogbólti, samstundis sum nógvir aðrir møguleikar lata seg upp, umframt at har verða eisini harðliga tiltrongdir karmar til smærri ítróttargreinar sum borðtennis og judo.
At enda fær hondbólturin á Argjum eisini heilt nýggjar umstøður, nú høllin á Argjahamri verður bygd út til fulla ítróttarhøll. Fáa vit nú eisini Hoyvíkina við, eru stór stig tikin rætta vegin, so vit í høvuðsstaðnum hava góðar umstøður til ítróttin alt árið runt.
Hetta eru fyrst og fremst íløgur í børnini og tey ungu, ið vit eiga at tryggja so góðar ítróttar- og frítíðarmøguleikar sum gjørligt. Gamaní, er talan um stórar íløgur, men vit fáa tær fleiri ferðir aftur, tí hetta eru krónur, ið koma bæði góðari uppaling og heilsuni til góðar.
Tróndur Sigurðsson.
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin