Hoyvíkingur út á Argir

Argja Róðrarfelag hevur nú yvirtikið Hoyvíking, soleiðis at felagið fyri fyrstu ferð nakran tíð tekur lut í 10-mannafarsróðrinum

Kappróðrarsøga varð skrivað á Argjum í gjárkvøldi. Argja Róðrarfelag hevur nevnliga gjørt avtalu um at yvirtaka ábyrgdina av Hoyvíkingi, sum varð bygdur í 2005, men sum bert veruliga tók lut í FM-kappingini hetta sama árið.

Kristian Martin Skála, næstformaður í Argja Róðrarfelag, váttaði fyri Portalinum í gjár, at avtalan um at yvirtaka bátin er undirskrivað.

- Hetta er ikki keyp ella leiga, men við avtaluni yvirtekur Argja Róðrarfelag bátin.

- Navnið á bátinum verður tó framvegis Hoyvíkingur, men hann verður sproytaður reyður við bláari rond, og sjálvandi fær hann eisini drekastevni, sigur Kristian Martin Skála.

Hetta róðrarárið var Argjabáturin í serflokki besta áttamannafarið í landinum, men Kristian Martin vil tó á ongan hátt longu nú gera av, at tað fyrst og fremst verður tann manningin, sum mannar Hoyvíking komandi róðrarár.

- Tað taka vit til ta tíð. Málið verður í øllum førum, at vit hava eina sterka manning, sum kann kappast frammi í oddinum, sigur hann.