- Tá kavari hevði staðfest, hvussu best var at hála skipið av aftur, gekk hetta bæði skjótt og væl, sigur Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði. Hoyvíkingur stendur ikki longur á flúri út fyri timburhandlinum hjá Borg í Runavík, har hann endaði tíðliga í morgun, eftir at skipið sleit endarnar í nógva vindinum, sum var.
Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at klokkan 12.25 eydnaðist tað sleiparum hjá MEST at hála skipið leyst aftur.
- Tá hevði kavari verið niðri og hevði staðfest, hvussu best var at hála skipið, og hetta vísti seg at gera allan munin, sigur umsjónarmaðurin.
Sunleiv Højgaard sigur, at hol er ikki komið á skipið, men nú verður kannað eftir, hvussu er við skrúvu og róðuri.
- Enn er trupult at siga heilt ítøkiliga, um alt er óskalað, men líkt er ikki til, at skrokkur, skrúva og róður hava fingið nevniverdar skaðar. Men hetta verður nú kannað nærri, sigur Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður.
Línuskipið Hoyvíkingur liggur nú aftur við innaru síðu á pierinum hjá Runavíkar havn.