Hoyvíkingur á ólavsøku

10-mannafarið hjá Hoyvíkingum fer at rógva kapp á ólavsøku. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Magnus Madsen og Martin Dahl hava saman við Stefan Mølvig tikið stig til at manna bátin. Eydnaðst tað Hoyvíkingi at vinna á ólvasøku, fær báturin einki stig. Tað er krav, at ein bátur skal luttaka á trimum øðrum FM-stevnum, um stig skal verða givið.