Í stórsteypadystinum hjá monnum kom til sjóndar, at H71 er rímiliga væl fyri, nú annað meistaraheitið hjá felagnum skal verjast henda komandi veturin, men hinvegin verður tað neyvan í ár, at Neistin verður á tindinum.
– Tað sást á dystinum, at H71 hevur eitt nógv betur samanspælt lið enn Neistin, sum byggir upp. Sjálvandi royna liðini ymiskt nýtt, men eg hevði kanska væntað mær eitt sindur meira av hoyvíkingum, tí spælið var ikki tað allarbesta, segði Rógvi Weyhe, ið var viðmerkjari hjá Rás 2 undir stórsteypadystinum hjá monnum.
– Neistin byrjaði dystin væl, samstundis sum verjan hjá H71 heldur ikki kom ordiliga upp á pláss, men tá so H71 fann uppskriftina til verjuspælið, var ikki so nógv at gera hjá Neistanum. Eg trúgvi, at Neistin fær ein tungan vetur, tí tað tekur tíð at byggja eitt lið upp, men eg vænti, at H71 verður við heilt har frammi, tí liðið hjá teimum er mestsum tað sama sum í fjør.
Steðgaði upp
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum vóru teir hjá Neistanum hugagóðir, men frá tí at teir høvdu lagt seg á odda 9-7, stóð rimmarfast og einki mál kom aftrat fyri steðgin. Í staðin tók H71 yvir og koyrdi avstað, og tí vóru hoyvíkingar á odda 13-9 í hálvleikinum, og harvið var dysturin longu á veg at verða avgjørdur.
– Vit kunnu kanska ikki brúka henda dystin til so øgiliga nógv. Vit fáa bara 15 mál, men eg haldi allíkavæl, at vit fingu tað burturúr, sum vit ætlaðu, tí verjan stóð so nøkulunda og vit fingu drigið ferðina úr dystinum. Munurin á okkum og teimum í dag eru helst kontramálini, sum teir fáa, segði ein av teimum yngru á Neista-liðnum, Teitur Magnusarsson.
– Á liðnum hjá okkum eru næstan bara Neista-fólk og teir flestu av okkum liggja um 22 ára aldur, og hetta verður tað liðið, sum fer at spæla í vetur. Kanska onkur styrkur kemur aftan á jól, men vit fara at royna at fáa tað at rigga, soleiðis sum liðið sær út.
Deiligt at vinna
Góða gongdin hjá H71 ímóti endanum á fyrra hálvleiki, helt fram eftir steðgin, og longu miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru hoyvíkingar farnir nógv mál frá Neistanum, so her var í veruleikanum bara ein spurningur um støddina á sigrinum. Neistin kom ongantíð afturíaftur, og teir í H71 kundu fegnast um, at teir vunnu ársins fyrsta steyp.
– Tað er altíð deiligt at vinna, hóast spælið ikki var heilt har uppi enn, tí tað sást væl, at vit eru í uppstartinum, tí í løtum spældu vit væl og í løtum minni væl. Vit eru væl fyri, men fara allíkavæl at halda okkum til ein dyst í senn, segði Rúni Højgaard hjá H71.
– Eg vænti, at hetta verður eitt uppaftur tættari kappingarár enn síðsta ár, og eg ivist ikki í, at tað vera meira enn bara tvey lið, sum koma at kappast um tey bæði finaluplássini.
Soleiðis sum hesin dysturin háttaði seg, bendir alt á, at hoyvíkingar eru væl á veg, og hóast kappingin uttan iva verður hørð um tey fremstu plássini, so man lítið vera at ivast í, at H71 er til reiðar at taka dystin upp og verja sítt føroyameistaraheiti.