Kaldbaks bygd tók í morgun móti eini rættiliga innrás úr grannabygdini Hoyvík, tá eini 50 13 ára gomul komu við bussleið 5.
Tað eru tveir sættu flokkar úr Hoyvíkar skúla, sum í morgun skuldu royna fiskieydnuna í Kaldbak.
Spent stóðu tey, hvør við sínari tráðu, og bíðaðu eftir bussinum upp í Hoyvík í morgun, tey flestu í gummistivlum og onkur einstakur longu í bjargingarvesti.
Vónirnar um at fiskurin skuldi bíta vóru góðar og børnini duldu ikki fyri, at tey ætlaðu sær fongin heim við.
- Vit ynsktu at geva børnunum hendan møguleikan og uppliva, hvussu tað er at fiska, hvussu ein kryvur og skerur agn, sigur Fríðgerð í Líð, lærari. Kortini hevur skúlin ikki lagt nakrar ætlanir um, hvat skal henda, tá fiskurin er komin til høldar.
- Tíverri hava vit ikki heilt umstøður til tess júst nú, men eina aðru ferð kundi verið stuttligt at hagreitt og borðreitt fiskin fyri børnunum, sigur hon.