Hoyvíkingar settir upp á pláss

FC Hoyvík hevði ikki nógv at bjóða uppá, tá ið hoyvíkingar seinnapartin vitjaðu í Leirvík.

Heimamenninir vóru væl upplagdir, og eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraðu teir tvey mál. Í báðum førum var tað Hjartvardur Hansen, sum var málskjútti.

Tíggju minuttir fyri leiklok økti Martin Olsen til 3-0, og í síðsta minutti staðfesti Magnus Dalbø rimmar heimasigurin upp á 4-0.

Víkingur hevur nú 27 stig, og FC Hoyvík hevur 28 stig.