Klokkan 16 leygardagin spæla H71 og Kyndil ein sera týdningarmiklan dyst í Atlantic Airways kappingini. Dysturin byrjar klokkan 16.
H71 hevur 23 stig, VÌF hevur 22 stig, meðan Kyndil hevur 21 stig. Talan er sostatt um eitt sera hart stríð, fyri at fylgja kollfirðingum í FM-finalurnar.
Seinnapartin vitjaðu Sigmund Dahl, H71-spælari og Julian J. Johansen seinnapartssendingina hjá Rás2. Bæði Julian og Sigmund vænta ein harðan dyst, har bæði liðini fara at leggja nógv fyri, fyri at koma sigrandi úr grannauppgerðini,
Tað ber til at hoyra prátið við Sigmund Dahl og Julian J. Johansen undir greinini.