Hoyvíkingar mugu geva tol í eina tíð afturat

Býráðslimir í Havn eru hóttir við stevning, men teir siga, at tað er ikki orsøkin til, at avgerðin at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík lidnan er útsett

Spurningurin um at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík lidnan, varð ikki avgreitt í kvøld, sum ætlað.

 

Í kvøld skuldi Tórshavnar Býráð annars taka støðu til eitt tilboð um at leggja graslíki á vøllin, men nú er greitt, at hoyvíkingar mugu brynja seg við toli í eina tíð afturat.

 

Býráðið tók nevniliga ikki støðu til málið í kvøld, tí stutt fyri fundin kom fíggjarnevndin hjá býráðnum til ta niðurstøðu, at málið var ikki búgvið at taka støðu til og tískil varð tað tikið av skrá og sent aftur í Mentamálanevndina.

 

Heðin Mortensen, borgrsttjóri, boðaði stutt og greirr frá, at orsøkin er, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at talan er ikki um eitt vanligt avgreiðslumál

Herfyri vórðu fimm feløg boðin at geva tilboð upp á at leggja graslíki á vøllin og trý av teimum tóku av møguleikanum og lótu tilboð inn. Tey vóru Polytan í Danmark, Laiderz Aps, og Idé Møblar, ella Føroya Møblasøla og í farnu viku vórðu tilboðini latin upp.

 

Vit hava fingið uppspurt, at tað vóru Idé Møblar, sum høvdu lægsta tilboðið, men í LBF, sum hevur kannað tilboðini, er tey komin til ta niðurstøðu, at lægsta tilboðið lýkur ikki krøvini í útbjóðingartilfarinum - og at hini bæði eru ov dýr.

 

Tískil hava Trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni hjá býráðnum mælt til at bjóða arbeiðið út av nýggjum.

 

Men tað vil meirilutin í Mentamálanevndini ikki taka til eftirtektar, tí Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Sigrun Mohr og Annfinn Brekkstein, mæla kortini til at taka av lægsta tilboðnum um graslíki fyri 2.298.000 krónur, umframt mvg. Hinvegin tók Jógvan Arge, undir við tilmælinum frá fyrisitingini um at bjóða graslíkið út av nýggjum.

 

Tað er eisini greitt, at tað eina felagið, sum hevur bjóðað upp á graslíki, Laiderz, hevur hótt við at stevna býráðnum í Havn við kravi um endurgjald.

 

Stjórin í fyritøkuni, Marianne Laiderz, sigur í eini fráboðan til býráðslimirnar í Havn, at ... Hele tilgangen efter licitationen har været chokerende at opleve og i strid med almindelig god forvaltning, hvorfor vi tager forbehold om at rejse erstatningskrav mod kommunen for tilsidesættelse af reglerne om licitation. Dette er iøvrigt også direkte strafbart.

 

Stjórin í fyritøkuni skrivar eisini, at kommunan hevur roynt at hildið felagið uttanfyri útboðið, men hetta miseydnaðist.

 

Men býráðslimir í Havn, siga, at tað er ikki hendan hóttanin, sum hevur fingið teir til at útseta málið.