Manshondbóltur
H71 mundi taka øll á bóli, tá teir fyri góðari viku síðani góvu Neistanum bank. Mest nærliggjandi frágreiðingin var kanska, at Neistin í alt ov stóran mun undirmetti mótstøðuna, men tað var helst ikki allur sannleikin.
Í øllum førum vóru vestmenningar ávaraðir, tá teir vitjaðu í Hoyvíkarhøllini leygardagin, men hóast hetta, so broytti tað ikki pettið um úrslitið. H71 vann enn einaferð ein fýra-mála sigur á einum oddaliðið.
Vunnu í verjuni
Og tað er einki at ivast í, at hvør størsta orsøkin til sigurin var. Frá fyrsta bríksli løgdu hoyvíkingar nógv fyri í verjupartinum. Ætlanin var púra greitt at órógva stóru skjúttarnar hjá VÍF, soleiðis at hesir ikki sluppu nóg væl framat, og fyri tað allar mesta eydnaðist hetta eisini. Skotroyndirnar hjá VÍF komu tískil ofta at vera úr nógv størri fjarstøðu enn tríggjametra strikan, og tá hevði ein væl leikandi Levi Nybo sjáldan teir heilt stóru trupulleikarnir av at verja fyri.
Alternativið hjá VÍF kundi uttan iva verið, at størri dentur varð lagdur á vong- og strikuspælið, soleiðis at hoyvíkingar vórðu kroystir í eina meira flata verju, men hetta hendi ongan tíð í nóg stóran mun. Kanska eisini tí vestmenningar als ikki høvdu roknað við eini somikið framrættaðari verju. Mistøkini í álopsspælinum gjørdust alsamt fleiri, soleiðis at hovyíkingar ferð eftir ferð kundu revsa við skjótálopum.
Hildu fast
Leingi var gongdin eisini tann, at munurin millum liðini bara vaks javnt og samt, men fram móti endanum av fyrra hálvleiki kom tó vend í. Fyrst og fremst tí Eli Müller í VÍF fann stórspælið fram eina løtu. Einar fýra ferðir bjargaði hann, tá hovyíkingar vóru púrasta leysir, og hetta gjørdu liðfelagar hansara sær dælt av, soleiðis at munurin bert var tvey mál, tá farið varð til hálvleiks.
Tað var kanska væntandi, at hetta eisini skuldi vera byrjanin til eitt satt málrok frá vestmenningunum, men tað hendi tó ongantíð. Eina løtu høvdu hoyvíkingar eitt sindur ilt við at hava tamarhald á Áka Olsen, tá hesin varð sendur á vøllin, men so riggaði aftur. Uppskriftin var framhaldandi hin sama við tøttum og aggressivum verjuspæli, og so við og við fánaðu vestmenningarnir burtur. Spakuliga ásannaðu teir, at hetta var ikki teirra dagur, og tó at teir fingu pyntað nakað um úrslitið seinastu løtuna, so var ongan tíð nakar ivi.
Landsliðsávirkanin
Sum sgat, so var tað fyrst og fremst í verjupartinum, at hoyvíkingarnir vunnu dystin, men liðið hevur tó meira enn hetta at bjóða uppá. Í álopspartinum var stílurin fyri tað mesta nógv betri, enn hann hevur verið hetta kappingarárið.
Gaman í vóru til tíðir væl hjálptir av eini óvanliga passivari VÍF verju, men ein onnur høvuðsorsøk mundi vera, at Uni Wardum nú er vorðin leikandi venjari, heldur enn bara venjari.
Kanska hevur hann ikki sama kvikleika ella somu skotstyrki sum teir, ið hann dystast ímóti, men hondbóltsevnini lata seg tó ikki fornokta. Fyri tað allar mesta stýrdi hann tí, sum hendi í álopspartinum hjá VÍF, og tað var munandi meira, enn at síggja til troyttur Ingi Olsen megnaði, tá hann royndi seg sum leikandi venjara hjá vestmenningunum.
Yvirhøvur tykist tað eisini so, at landsliðssteðgurin er komin munandi betri við hjá hoyvíkingunum enn hjá VÍF. teir báðir, Bárður Brimvík og Halgir Dahl-Olsen, eru einastu landsliðsleikarar hjá H71, og fyri báðar tykist vera galdandi, at teir í dag eru so væl fyri, sum teir ongan tíð áður hava verið.
Hjá vestmenningum tykist støðan verið júst hin øvugta. Av teimum leikarum, sum VÍF hevði á landsliðnum, tykist tað í løtuni bert vera Áki G. Olsen, sum sýnir spæl í landsliðsflokki. Stuðulsleikarar, sum Ingi og Áki Olsen umframt John Zachariassen vóru allir við í landsdystunum, hóast teir kanska áttu at givið avboð av ymsum ávum. Ivaleyst tekin um, hvussu fegnir teir vildu vera partur av hesum stóru ávbjóðingum, men spurningurin er tó, hvørt tað ikki vildi verið betri fyri VÍF, um teir ikki vóru partur av strævnu dystar- og venjingarskránni, sum landsliðið hevði. Ein skrá, sum nú sær út til at kosta VÍF dýrt.
Dysturin í tølum
H71-VÍF 33-29 (16-14):
Málskjúttar:
H71: Uni Wardum 8(5), Halgir Dahl-Olesen 6, Johnny Durhuus 6, Christian Eli Zachariasen 4, Bárður Brimvík 3, Niels Viggo Niclasen 3, Annfinnur N. Debess 3
VÍF: Áki G. Olsen 11(7), Agnar Joensen 6, Áki Olsen 4, Daniel Rápa 3, Ólvur Brimnes 3, Petur Frank Joensen 2
Brotskøst: H71 7, VÍF 7
Útvísingar: H71 1, VÍF 3
Diskvalifikatiónir: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Hóast smávegis mistøk, sum neyvan slepst undan, so fingu teir alla tíðina dystin at glíða á bestan hátt.










