Hondbóltur
Tað er av álvara farið at lukta av metallið í Hoyvíkarhøllini. Eftir tepurt tap í fyrsta dystinum hevur H71 nú vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Og at triði av hesum sigrinum kom í útidystinum móti StÍF, mundi ikki gera tað heila verri.
Kraft og tempo
Uppskriftin var tann sama, sum er nýtt við so hepnari hond higartil í árinum. Eina stóra verju, sum ger tað ógvuliga trupult hjá mótstøðuni at spæla tunt ella at skjóta seg ígjøgnum. Og so eina støðuga ferð á spælinum, sum snøgt sagt vindur mótstøðuna niður, soleiðis at tað í ár eru hoyvíkingarnir, sum skora upp á kontra?ini, og ikki øvugt.
Strandingar vóru tó leingi væl við. Fyri steðgin tóktust gestirnir ananrs at hava takið, men StÍF vildi tó ikki geva seg. Ivaleyst sat stórtapið frá seinasta vikuskifti eisini í monnunum, og tað vildu teir so ikki síggja nakra endurtøku av.
Tað eydnaðist eisini StÍF at økja um spenningin eftir steðgin. Eftir at hoyvíkingar annars høvdu økt munin upp í fýra mál, komu strandingar brádliga aftur í aftur, og tá Henrik Gerster eftir 40 minuttum valdi at taka time-out, var spenningur av álvara komin aftur í dystin.
Tíðarbilið hjálpti tó væl. Piti Negru og Høgni Joensen fingu neyðugu kassarnar, soleiðis at friður aftur fekst á spælið, og eftir hetta kom sigurin ikki í vanda. Heldur tóktist tað hinvegin, sum fall StÍF fullkomuliga frá hvørjum øðrum, og við eitt sindur størri neyvleika kundu hoyvíkingarnir væl havt vunnið enn størri seinastu løtuna.
Endurbygging
Men tað munnu teir tó ikki iðra seg um. Heldur man liðið í løtuni fegnast um góðu gongdina, sum fyribils hevur sett teir javnar við Kyndil og VÍF í oddinum, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út, tá júst Kyndil er mótstøðuliðið næstu ferð.
Strandingar munnu hinvegin ásanna, at endurbyggingarárið í ár illa fær endað við heiðursmerkjum. Tað er kanska heldur ikki tað, sum telur mest í verandi støðu. Og tað man heldur ikki vera nakar ivi um, at tað í longdini er skilagott hjá liðnum at koyra egnar leikarar fram í fremstu røð. Við neyðuga útlendska kryddinum er í øllum førum lítið at ivast í, at teir aftur kunnu hava eitt lið, sum fer at standa seg millum tey allarfremstu. Og so er tað jú eisini steypakappingin, sum StÍF av siðvenju plagar at standa seg væl í. Eitt heiðursmerki í hesari vildi í øllum førum havt við sær, at árið verður meira enn góðkent.
Fakta um dystin
StÍF-H71 32-38 (15-17)
Málskjúttar
StÍF: Leivur Justinussen 10(3), Alexandur Johansen 7(3), Sveinur Justinussen 5, Bárður Danielsen 5, André F. Danielsen 4, Artur Johansen 1
H71: Henrik Gerster 10, Sigtór Andreasen, Halgir Dahl Olsen 6(1), Piti Negru 6, Niels Viggo Niclassen 3, Høgni M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 2, Birgir Kass 2, Kent Failstrup 1
Brotskøst: StÍF 6, H71 4
Útvísingar: StÍF 3, H71 5
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum









