Úrslitið var 28-24. Støðan í hálvleikinum var 18-12 til heimaliðið.
Rumenski Bogdan gekk fremst hjá hoyvíkingum. Hann var ein støðug hóttan í álopsspælinum, og aftur og aftur smekkaði hann bóltin í netið. Hann var toppskjútti við 10 málum.
H71 var við yvirlutan allatíðina, men tað skrædnaði ongantíð av álvara millum liðini. StÍF hótti hinvegin ongantíð leiðsluna.
Kyndil vann móti Team Klaksvík á útivølli í kvøld. Grønlittu havnarmenninir vunnu 31-15. Støðan í hálvleikinum var 15-8 til gestirnar.
Kyndil rann undan beinanvegin, og Henrik Gerster, venjari, valdi at geva yngru spælarunum møguleikan. Høgni Klein Olsen, Kristoffur Kρistoffersen, Julian Jónsson Johansen, Rúni Johansen og Torvald Abrahamsen sluppu allir at royna seg í stórum løtum av dystinum.
Rúni Johansen, Kyndil, var toppskjútti við átta málum.