Hoyvíkingar halda fram har teir sleptu

FTZ-deildin: Enn ein tryggur sigur til H71

H71 er byrjað kappingarárið stak væl við stórsigrum ímóti Team Klaksvík og StÍF. Fyrr í dag var aftur dystur í Hoyvíkshøllini, har Kyndil kom á vitjan. H71 vann dystin 26-19 eftir hálvleiksstøðuna 12-7.

 

Tað var munur á liðunum beinanvegin. Kyndil hevði trupult við at fáa bóltin í meskarnar, og hetta merkti, at hoyvíkingar fóru undan. Eitt skifti var støðan 8-3 til H71, men áðrenn fyrri hálvleikur var lokið høvdu kyndilsmenn fótað sær somikið, at hálvleiksstøðan var 12-7.

 

Allur spenningur var tó tikin úr dystinum í fyrra parti av seinna hálvleiki, tá ið H71 koma á odda heili 17-7. Enn einaferð megnaði Kyndil tó at fóta sær eitt sindur. Endaliga úrslitið gjørdist 26-19 til H71.

 

Sostatt hevur H71 seks stig og fult stigatal eftir tríggjar dystir. Kyndil hevur 0 stig eftir tveir dystir.

 

Málskjúttarnir í Hoyvíkshøllini vóru hesir:

 

H71-Kyndil 26-19 (12-7)

 

H71: Peter Krogh 10, Jónas G. Djurhuus 5, Rúni Vest Højgaard 4, Tróndur Arge 3, Bogi Gaard Davidsen 2, Sigmundur Nolsø 1 og Ári Dam 1.

 

Kyndil: David Edvardsen 9, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Torvald Abrahamsen 1, Bartal Klein Olsen 1, Tummas Pauli Hanusarson 1, Tórður Skorheim Guttesen 1 og Kristoffur Kristoffersen 1.