Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum fyrr í kvøld.
H71 tók ímóti KÍF í Hoyvíkshøllini. H71 vann 27-25. Í steðginum var H71 á odda 15-11. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson gjørdist toppskjútti hjá KÍF við níggju málum.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge orðið á Andor Sivertsen, sum skoraði eitt mál fyri H71. Andor Sivertsen er glaður fyri bæði stigini H71 fekk fyri sigurin, men leikliga er hann alt annað enn nøgdur.
Hann heldur, at H71 við sínum breiða hópi átti at vunnið greitt á KÍF. Andor Sivertsen staðfestir, at tá H71 fer frá 100 prosentum og niður á 90 prosent av tí teir megna, so eru teir á støði við KÍF, og so gerst tað torført at vinna á kollfirðingum. Andor undirstrikar tó, at hann vil rósa kollfirðingum fyri eitt gott avrik í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Andor Sivertsen hevði at siga um dystin í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.
Bólkur 2 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 1 | 27 | 25 | 2 | 2 |
2 | VÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | StÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
4 | KÍF | 1 | 25 | 27 | -2 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 H71 – KÍF 27-25
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 VÍF – StÍF