Hoyvíkingar eitt fet nærri finaluni

H71 hevði brúk fyri at vinna í dag, tí Neistin hevði framvegis ein dyst meira eftir at spæla, og tann setningin greiddu hoyvíkingar, tá teir á heimavølli í fullsettu Hoyvíkshøllini vunnu 32-24. Serliga í seinna hálvleiki gjørdist munur á liðunum, og sigurin var fult uppiborin.

 

Í hinum báðum dystunum, sum stórt sæð ongan týdning høvdu fyri støðuna, eydnaðist KÍF í høllini í Kollafirði at koppa oddaliðnum, VÍF, tá kollfirðingar vunnu við tveimum málum, 26-24. Og í triðja dystinum, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn, vann Kyndil 28-21 á StÍF.

 

Støðan:

VÍF 28 stig (18 dystir)

H71 26 stig (19 dystir)

Neistin 22 stig (18 dystir)

StÍF 16 stig (19 dystir)

Kyndil 12 stig (19 dystir)

KÍF 8 stig (19 dystir)