Hoyvíkin næststørsti býur í Føroyum eftir komandi útstykkingar!


 

Tíðindaskriv:


Heðin Mortensen

Formaður í Byggi- og býrskipanarnevndini


Farið verður nú undir fyrsta byggistig av fýra í Hoyvíkshaganum. Umsóknarbløð eru send umsøkjarum á bíðilista. Tá øll fýra byggistigini eru framd koma at búgva útivið 6000 fólk í Hoyvíkini.


Lendisviðurskiftini í Havnini eru soleiðis háttað, at her ber til at vaksa um býin nøkur ár fram niðanfyri ta hædd, ið hildin verður egnað, tá talan er um hitaviðurskifti, gróð-ur, vindviðurskifti v.m. Hesi enn ikki endaliga útstykkjaðu økini eru í Hoyvíkshagan-um og í Marknagili. Men um bygt verður traditionelt á hesum økjum, so eru tey ikki størri enn so, enn vit tosa um eini 6-700 grundstykki.

Royndir eru áður gjørdar við alternativum byggihátti, t.d. í Tórsbyrgi, á Berjabrekku, Millum Gilja og Inni á Gøtu. Hesar loysnir hava verið væl móttiknar og lutvíst eisini væl eydnaðar, tóat kostnaðurin fyri hesar royndir hevur verið ov høgur fyri keyparan. Men byggjast kann víðari á hesar royndir og vit kunnu betra um byggihættirnar, um-framt at gera tilboðini meira fjølbroytt.

Royndirnar, sum privatfyritøkur hava gjørt við t.d. at byggja raðhús, hava meira ella minni víst politikkarunum vegin, soleiðis, at víðari útbyggingin av eitt nú Berja-brekku fer fram á privatum grundarlagi. Áræðið hjá hesum entreprenørum hevur eisini verið við til at leggja eina heilt nýggjan hugsan sum støði undir nýggju útstykk-ingini í Hoyvíkshaganum, ein ætlan, sum nú fer av bakkastokki.

Nýggjur byggisiður

Hvat bæði byggisiði og ?søgu viðvíkur, so verður Hoyvíkshagin Suður nakað heilt nýtt. Í fyrsta lagi kunnu fólk fáa møguleika at ogna sær smærri grundstykki, har loyvt er lutfalsliga at byggja meira á enn vanligt, bygt verður tættari enn áður, og bygd verða bæði samanbygd hús, og lonir, ið ætlandi skulu seljast lyklaklár. Og hetta er bert fyrsta byggistigið, har byrjanin til eina handilsgøtu eisini verður løgd.

Fyri at gera útstykkingina so fjøltáttaða sum gjørligt er ætlanin at integrera økið við eldrasambýli, dagstovni, skúla og øðrum tænastum. Í ætlanini er eisini rúm fyri íbúð-um til lesandi, til rørslutarnaði og til fólk við minni peningaligum rásarúmi. Tað er eitt nú álagt teimum, ið byggja, at allar íbúðir í vegahædd skulu verða innrættaðar soleiðis at øll, eisini rørslutarnað, skulu kunnu gera nýtslu av teimum. Dalurin Langi er harnæst lagdur til fríøki, harvið fæst ein »grønur kíli« niðan gjøgnum býarpartin.

Næststørsti býur í Føroyum

Tá Hoyvíkshagin er fult útbygdur innanfyri komandi ytra ringvegin, so er Hoyvíkin næststørsti »býur« í Føroyum við útivið 6000 íbúgvum. Fyrsta stigið fer av bakka-stokki nú og hildið verður fram við teimum næstu trimum beinanvegin. Nevnast kann, at í 4. byggistigi hevur kommunan samtykt at byggja lonir við íbúðum, sum vit kenna tær úr grannalondunum.

Fyrsta byggistigið er byrjanin til ein miðbý fyri Hoyvíksøkið. Í hesum partinum er øki lagt av við sambindingarvegin til handlar, hetta verður sum frálíður ovasti partur av nýggjum býar- og handilsvegi, ið ætlandi verður lagdur oman gjøgnum 2. og 3. byggistig fyri at enda í einum torgi niðri við Hoyvíkar Skúla, har nýggj kirkja ætlandi verður bygd.

Í hesum fyrsta stiginum verða nú lutað út til umsøkjarar á bíðilista 45 samanbygd hús, 31 grundstykki á 5oo fermetrar, 45 á 400 fermetrar og 54 grundstykki á 300 fer-metrar. Tilsamans 175 grunstykki í fyrsta byggistigi. Í hesum økinum er harafturat løgd øki av til skúla, dagsstovn, handlar, eldrasambýli og frílendi.


Í fyrsta parti av býarpartinum Hoyvíkshagin Suður verður eigarafelag stovnað. Allir eigarar av grundstykkjum í útstykkingini skulu vera limir í eigarafelagnum. Øllum í økinum verður álagt at nýta fjarhita frá Fjarhitafelagnum.

Fundur verður fyri umsøkjararnar í sambandi við, at grundstykkini nú verða lutað út, har kunnað verður um ætlanina. Tá øll stykkini eru lutað út verður eigarafelag sett á stovn fyri at fremja ætlanina, herundir at bjóða arbeiðið út, hava eftirlit við arbeiðnum og at hava fíggjarligu ábyrgdina.

Innan 2 ár frá tí degi, at skeytið er undirskrivað, skal verða bygt á grunstykkinum. Kostnaðurin verður ásettur av eigarafeløgunum, tá arbeiðið er boðið út og tikið er av tilboði, nevnast kann tó, at kostnaðurin fyri seinastu kommunalu útstykkingarnar hevur verið upp í 573,- kr fermeturin.

Faldari við øllum upplýsingum og umsóknarblaði eru sendir umsøkjarum.