Kristina Ejdesgaard, Framsókn
----
Fólkatalið veksir støðugt í Hoyvíkini. Her er nógv gott, so sum skúlar, barnaansing, kirkja, vinna og annað. Fólk trívast í Hoyvík, og her er gott at búgva.
Her eru tó fleiri manglar :
• handilsviðurskifti til íbúgvarnar
• at fáa ferðsluviðurskiftini við skúlan við Løgmannabreyt í lagið
• at fáa ringvegin inn í Havnina lidnan
• reglugerðir til húsaeigarar so øll ikki gera sum teimum lystir, uttan mun til hvussu húsini liggja í lendinum.
• ljós við gøturnar við Svartafoss, so vit ótarnað kunnu ganga til og frá býnum, tá tað er myrkt
• at skilta við rutum og hvussu langar ruturnar eru, til tey ið renna ella ganga
• at skilta við at hundalortarnir skulu takast upp
• at steðga óneyðugum útstykkingum, sum liggja óheppið fyri
• at súkklubreytir verða tiknar við í ætlanir, tá nýggir vegir skulu gerast
• at forbjóða at hitmiðstøðin verður bygd við Klingruna Inni á Gøtu
• ein kirkjugarður
•
Við at velja meg til Býráðsvalið, fari eg at arbeiða fyri, at Hoyvíkin áhaldandi mennist á øllum økjum.
Havnin ein Framsøkin høvuðstaður










