Hoyvíkar skúli endurnýggjast og útbyggjast

Seinastu nógvu býráðini hava samtykt bygging av stórum – og tá, eisini tíðarhóskandi fólkaskúlum. Her hugsi eg um skúlarnar við Løgmannabreyt, Argjahamri og á Fløtum. Felags fyri hesa nýbygging er, at allir nevndu skúlar, ikki eru ella verða gjørdir heilt lidnir og allir møguleikar brúktir. Hetta er sera harmiligt, og hoyra vit ofta frá fólki og næmingum, um manglandi hentleikar. Skúlarnir og tess møguleikar, skulu gerast heilt lidnir komandi árini.

Meðan hesar byggingar hava verið í gongd, eru aðrir skúlar ikki raðfestir á sama hátt, her hugsi eg serliga um Hoyvíkar skúla, ið er 43 ára gamal. Hoyvíkar skúli er partvís í sera ringum standi, og hevur átrokandi tørv á politiskum raðfestingum beinanvegin. Rætt skal verða rætt, at tað eru gjørdar bráðneyðugar loysnir á bygningin seinastu tíðina, men hetta kann ikki halda fram. Ofta verður tikið til, at bestu hølini í Hoyvíkar skúla, eru fyribils bingjurnar í skúlagarðinum. 

Nú skal Hoyvíkar skúli raðfestast við eini høvuðsumvæling og útbygging. Fyri nøkrum árum síðani var arbeiði við ávegis byggiskrá í gongd, men hevur hetta arbeiðið stóran part av hesum valskeiðnum ligið stilt.

Bjarni,

valevni til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 2020