Hoyvíkar kirkja reist

Fríggjadagin varð Hoyvíkar kirkja reist. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at byggja Hoyvíkar kirkju. Jón Danielsen er stjóri í Articon. Hann segði nøkur orð til hátíðarhaldi. Hann letur væl at arbeiðinum við kirkjuni.
                      - Arbeiðið gongur væl, og vit vænta at halda tíðarætlanina. Hetta er ein stór verkætlan hjá okkum. Tað er sjálvandi sera týðandi hjá okkum at fáa slíkar verkætlanir. Hetta er heilt vist ein tann størsta verkætlanin hjá Articon nakrantíð.
                      Áhugin fyri byggingini er stórur millum fólk.                      - Tað arbeiða 10-15 fólk fast í Kirkjuni. Tað er sera stórur áhugi fyri byggingini. Tey spyrja nógv til arbeiðið, sigur Jón.